Vilja ikki verða misbrúkt einaferð afturat

Grindamannafelagið vil ikki kjakast við Sea Shepherd á Fólkafundinum í morgin

Grindamannafelagið fer ikki at vera við á kjakfundi hjá Sea Shepherd á fólkafundinum í morgin.

 

Grindamannafelagið sigur í kvøld, at tey taka ikki av av møguleikanum at kjakast alment við Sea Shepherd á Fólkafundinum  í Runavík um vikuskiftið.

 

- Orsøkin er, at Grindamannafelagið hevur ongan áhuga í at skifta orð við Sea Shepherd, sum burturav, og alla tíðina villeiðir um føroyskt grindadráp, føroyska lóg og reglugerðir.

 

- Tvær ferðir í summar hava vit alment kjakast við tey. Úrslitið hevur verið, at vit verða misnýtt í einari villleiðandi kunning frá felagsskapinum.

- Hetta hava vit ongan hug at endurtaka. Vit kunnu heilt einfalt staðfesta, at  vit eru samd um at vera ósamd.

 

- Seinastu mánaðirnar hevur Grindamannafelagið gjørt nógv burturúr at kunna um grindadráp.

- Felagið hevur stútt og støðugt greitt mongu útlendsku tíðindafólkunum, sum hava verið í Føroyum, frá, hvussu føroyingar drepa grind, at hon fer til matna, og at tað er okkara rættur og okkara skylda at nýta havsins tilfeingi á ein burðardyggan hátt .

- Havið kring Føroyar er okkara urtagarður og okkara veiðiøki, staðfestir Grindamannfelagið.

 

Hinvegin staðfestir felagið eisini, at Sea Shepherd er ein toppstýrdur felagsskapur, har vanligir og siðiligir limir hava fingið munnkurv.

- Hetta ásannaðu vit enn einaferð í vikuni undir sjónvarpsupptøkum hjá NRK, har tey ikki tordu at siga sína hugsan. NRK sjónbandaði hetta, og brotið verður vónandi víst í norskum sjónvarpi nú sunnudagin, sigur Grindamannafelagið.