– Vit vilja ikki verða ákærd fyri lógarbrot.
Tað sigur Johnny í Grótinum, stjóri í Kringvarpinum. Í farnu viku skrivaði Símun Absalonsen, statsgóðkendur grannskoðari, eina grein í Sosialinum har hann var rættiliga atfinningarsamur ímóti Kringvarpinum fyri mátan, tey hava viðgjørt skattamálið hjá Eik upp á.
– Grannskoðarin ákærir Kringvarpið fyri lógarbrot og vit kunnu ikki hava eina ákæru um lógarbrot sitandi á okkum, segði stjórin í Kringvarpinum við Rás2 í gjár.
Sjálvur heldur hann, at hóast ákæran er grov, er grundgevingin tunn, og nú hevur hann so vent sær til Fjølmiðlaákærunevndina og spurt hana um hon kann taka málið upp.
Men annars sigur Johnny í Grótinum, at hann fer at svara grannskoðaranum aftur og tað væntar hann, at hann fer at gera í dag.
Trýst á pílin unndir myndini og hoyr stjóran í Kringvarpinum greiða frá, hví hann tekur hetta óvanliga stigið.