Vilja ikki tvinga pápar í barsilsfarloyvi

Barsilsfarloyvið verður nú longt tvær vikur, men foreldrini skulu sjálvi semjast um, hvussu tey gera

 

 

Tað er nú greitt, at barsilsfarloyvi nú verður longt tvær vikur. Tað hevur Løgtingið samtykt nú í morgun.

Men tá ið Heðin Mortensen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, legði uppskotið fram, var eitt endamál við tí, at onnur vikan skuldi markast til pápan.

Mett verður, at tað hevur týdning fyri barnið, pápan, og alla familjuna, at eisini pápin tekur størri lut í familjulívinum.

Men meirilutin í Løgtinginum tekur ikki undir við at tvinga pápar í barsilsfarloyvi og tí hevur Løgtingið samtykt, at foreldrini skulu sjálvi gera av, sínamillum, hvussu tey býta hesar báðar vikurnar ímillum sín.

Barsilsfarloyvið hevur verið 46 vikur tilsamans, men nú er tað sostatt longt upp í 48 vikur. Politisk semja er um, at í longdini skal farloyvið verða eitt ár.