Fótbóltur
Klokkan 18.30 verður dysturin millum B36 og Fenerbache bríkslaður ígongd á Tórsvølli í Havn.
Talan er um seinna dystin millum liðini, og eftir 4-0 heimasigur í fyrru uppgerðini, er neyvan nakar hugsingur um, at B36 fer at vinna seg víðari í kappingini.
- Vit mugu nokk vera eitt sindur realistiskir, so tann møguleikan hugsa vit ikki so øgiliga nógv um, sigur liðformaðurin hjá B36, Klæmint Matras.
Men hann leggur tó dent á, at B36 ikki hevur skarvin yvir á tann hátt, at teir longu hava givið dystin í kvøld upp.
- Vit fara so at gera okkara fyri at røkka best møguliga úrslitinum. Vit hava ikki tapt Europa-Cup uppgerð á Tórsvølli í tvey ár, og tey hagtølini vilja vit halda fast um.
- Sjálvandi hava teir eitt øgiliga sterkt lið, men vónandi taka teir eitt sindur lættari upp á uppgávuna hesaferð, nú teir longu eru mest sum vísir í víðari luttøku. Tað hevur eisini verið tosað um, at teir kanska fara at nýta fleiri av eykamonnunum, men tað nýtist so ikki at vera nakar fyrimunur hjá okkum. Ofta vilja slíkir menn prógva fyri venjaranum, at teir eiga at byrja inni næstu ferð, og so kann tað væl gerast heilt trupult, heldur Klæmint.
Mugu tora
Um uppskriftina hjá B36 til dystin, sigur hann, at tað fyrst og fremst ræður um at tora at spæla fótbólt.
- Tað nyttar einki, um vit allan dystin eru í verjustøðu. Tá verður talan aloftast um sparkarí. Og megna vit ikki at halda bóltin í egnari røð, er skjótt, at trýstið verður heilt stór. Og tí vilja vit helst sleppa undan.
Í mun til dystin í Istanbul, so er longu víst, at nakrar broytingar verða gjørdar á B36-liðnum. Mikkjal Thomassen er tøkur aftur eftir leikbann, og tað er heilt víst, at hann verður á sentrala miðvøllinum. Her var Niels Joensen vikarur á miðvøllinum, og hann verður helst aftur vikarur í kvøld. Hesa ferð á høgra bakki fyri Kenneth Jacobsen, sum er leikbannaður.
Og so er spurningurin, um aðrar broytingar verða gjørdar. Ein møguleiki er, at Fróði Benjaminsen veðrur fluttur upp á miðvøllin, meðan Klæmint Matras aftur fer í miðverjuna, men tað er so eitt av putlispølunum, sum B36-venjarin Sigfríður Clementsen skal fáa upp á pláss, áðrenn hann sendir sínar ellivu mans út á vøllin.