Vilja ikki taka Landsverk av ræði í tunlunum Norður um Fjall

Vit skulu ikki gera av, hvat pengarnir verða brúktir til, siga tinglimir fyri samgonguna

Tað eru ikki nøkur serlig útlit fyri, at tiltøk fara at verða sett í verk fyri at bøta um trygdina í tunlunum Norður Fjall. Løgtingið hevur nevniliga felt eitt uppskot frá Beintu Løwe um at seta tríggjar milliónir av til serlig trygdartiltøk í tunlunum Norður um Fjall.

Eitt nú hevur verið nevnt, at sjálvvirkandi bummar eiga at verða settir uttanfyri tunnilsmunnarnar, tí hendir eitt óhapp í øðrum av tunlunum, hevur tað stóran týdning at bummar fara niður alt fyri eitt og forða fyri, at fleiri bilar fara í tunnilin.

Men samgongan tekur ikki undir við hesum. Sjónarmiðið hjá samgonguni er, at Løgtingið skal játta pening til Landsverk, men tað er Landsverk, sum skal gera av, hvussu pengarnir brúktir. Og samgongan heldur, at tað er skeivt at áleggja Landsverki, hvussu pengarnir skulu brúkast.

– Vit hava Landsverk, sum hevur serfrøðin á økinum og tað er hann, sum skal meta um, hvar tørvurin á ábótum er størstur, siga tinglimir í samgonguni.

Magnus Rasmussen tingmaður fyri Sambandsflokkin, og formaður í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, vísir á, at ferðslutrygd er avgjørt eitt mál, sum samgongan leggur dent á, tí játtanirnar til endamálið eru hækkaðar.

Í hesum sambandi vísir hann á, at síðani 2017 er játtanin til ábøtur á vegakervið hækkað úr 3,7 milliónum upp í 13 milliónir næsta ár.

Hann tekur undir við, at bummar verða settir upp uttan fyri tunnilsmunnarnar, men hann heldur, at teir kosta ikki meiri enn so, enn at tað klárar Landsverk uttan at fáa eina serliga játtan til tað.

Hinvegin vísa tingfólk úr andstøðuni á, at tað verður fýra ár til ta er koyrandi gjøgnum teir nýggju tunlarnar Norður um Fjall, sum farið verður undir í næstum. Og tey halda, at tað er ov leingi at bíða eftir, at ferðslutrygdin skal batna.

Tey vísa eisini á, at nú farið verður undir nýggjar tunlar, hevur Landsverk gjørt greitt, at tað er ikki væntandi, at pengar fara at verða brúktir upp á ábøtur á verandi tunlar, og sostatt eru ikki stór útlit fyri, at nakað stórvegis fer at verða gjørt.