Vilja ikki taka ímóti eldraøkinum

Kommunufelagið leggur dent á, at eldraøkið ikki verður kommunalt, fyrr enn allir tættir í umskipanini eru upp á pláss – og enn er langt á mál, sigur felagið.

Kommunufelagið leggur dent á, at eldraøkið ikki verður kommunalt, fyrr enn allir tættir í umskipanini eru upp á pláss – og enn er langt á mál, sigur felagið í fráboðan, sum felagið í gjár sendi Almannaráðnum og Fíggjarmálaráðnum:

 

»Kommunufelagið hevur á stýrisfundi 18. mars 2014 viðgjørt gongdina við at leggja eldraøkið út til kommunurnar.

 

Stýrið í Kommunufelagnum kann staðfesta, at nú níggju mánaðir eru eftir til økið skal leggjast út, eru framhaldandi ein ørgrynna av spurningum, sum standa ósvaraðir.

 

Gaman í liggja í løtuni trý lógaruppskot í tinginum, sum fyrsta dagin fara til aðru og triðju viðgerð.

 

Men talan er um rammulógir, sum ikki áseta annað enn teir karmar, sum kommunurnar skulu virka undir, tá ið eldraøkið gerst kommunalt.

 

Framhaldandi manglar ein grundleggjandi útgreining av eldraøkinum, bæði innihaldsliga og fíggjarliga. So hóast løgtingsmál nr. 64, 66 og 72 eftir øllum at døma verða liðugt avgreidd frá tinginum ein av komandi døgunum, so er framhaldandi langt á mál, áðrenn málið er greitt at flyta kommunum.

 

Kommunufelagið hevur áður gjørt vart við, at eldraøkið ikki verður kommunalt, fyrr enn allir tættir í umskipanini eru upp á pláss.

 

Kommunufelagið vil boða frá, at støða kommunurnar í hesum máli er óbroytt

 

Soleiðis samtykt á stýrisfundi í Kommunufelagnum 18. mars 2014

 

Avrit av hesum skrivi er sent løgtinginum.«