Kommunurnar vilja nú hava staðfest, hvør hevur ábyrgdina av oljudálking, upptakinum og kostnaðinum av upptakinum. Fleiri størri og smærri oljudálkingar hava verið kring landið seinastu árini, og higartil hava kommunur staðið við endan, men tað vilja tær ikki góðtaka longur.
Eyðun Christiansen, aðalskrivari í Kommunusamskipan Føroya, sigur við Sosialin, at tilbúgvingin hjá kommununum eru ikki før fyri at basa eini umfatandi oljudálking, hóast tað er gott samstarv tvørtur um kommunumark.
Samstundis eru tað kommunurnar, sum hava alla tað fíggjarligu ábyrgdina. Eydnast tað at finna dálkaran, verður tað hann, sum fær rokningina. Men tað kemur meiri enn so fyri, at tað ikki eydnast at finna dálkaran, og tá má kommunan punga út, og tað kann verða dýrt.
Tað eru borgarstjórin í Vági og borgarstjórin í Klaksvík, sum hava reist málið í Kommunusamskipanini eftir beiskar royndir við umfatandi oljudálkingum á firðunum í Vági og Klaksvík.
Kommunusamskipanin skal nú taka málið upp við landsmyndugleikarnar.