Nevndin, sum formansskapurin í Løgtinginum hevur sett at endurskoða valskipanina, verður væntandi liðug í oktober.
Tað sigur Petur Zachariassen, formaður í nevndini og hann staðfestir, at tað er eitt ár síðani, at nevndin formliga varð vald og fór til verka, so hann heldur ikki, at hon hevur arbeitt seint, tí arbeiðssetningurin er umfatandi.
Men tað er støðug gongd í arbeiðnum og hann væntar, at nevndin verður liðug í oktober.
Sostatt eru stór sannlíkindi fyri, at ongin broyting verður til næsta løgtingsval, sum helst verður einaferð í heyst.
- Vit hava umrøtt spurningin um vit skuldu seta ferð á arbeiðið fyri at fáa eitt úrslit í so mikið góðari tíð, at avgerð kann verða tikin til næsta løgtingsval.
- Men tað gera vit ikki, tí tað kundi verðið uppfatað sum um at vit runnu ávís politisk ørindini, sigur Petur Zachariassen.
- Hinvegin hava vit heldur ikki drýggjað arbeiðið, staðfestir hann.
Hann sigur sostatt, at nevndararbeiðið hevur gingið sína heilt nátúrligu gongd við eini røð av fundum, men arbeiðið hevur verið púra óheft av, nær val verður ella ikki.
- Vit vænta at verða liðug í oktober, so fáa vit at síggja hvussu verður við valinum, sigur hann.
Eitt málinum um, hvørja valskipan, vit skulu hava, hevur ein høvuðsspurningur verið um Føroyar skulu verða eitt ella fleiri valdømi.
Petur Zachariassen hevur onga viðmerking til, hvønn veg, nevndin hellir.
Men hann sigur, at nevndin hevur nakrar hugsanir og at ætlanin er at gera eina roynd at fáa partarnar at møtast onkustaðni í eini vón um, at niðurstøðan kann fáa dygga undirtøku í Løgtinginum.









