Fótbóltur
Kristjan á Neystabø var í meira enn 20 ár formaður í B36, og tá hann fyri fýra árum síðani legði frá sær, var tað eitt fíggjarliga sterkt felag, sum hann læt eftir sær.
Bara hálvt fjórða ár seinni varð hann tó saman við øðrum garvaðum kreftum kallaður aftur til felagið, sum hevði rent seg fast fíggjarliga.
- Vit eru tríggir, sum nú eru settir í nevndina, og fremsta málið hjá okkum er at fáa greiðu á búskaparligu støðuni hjá felagnum. Har eru vit longu komnir væl áleiðis, og felagið roynir framvegis at svara hvørjum sítt. Ivaleyst høvdu vit eisini megna at halta víðari í nøkur ár afturat, men fyri at fáa slætt borð og fyri at kunna hugsa longur fram, hava vit valt at fara í samráðingar við kreditorar okkara, sigur Kristjan á Neystabø, formaður í B36.
Og hann leggur dent á, at B36 langt ífrá er nakað eindømi í føroyskum fótbólti.
- Eg eri sannførdur um, at tað eru onnur feløg, har støðan í dag er verri, enn hon er hjá okkum. Vit hava tó valt at fara út at tackla trupulleikan. Hvussu hendan royndin so fer at eydnast, veit eg ikki. Men eg eri tó rættiliga vísur í, at B36 eisini er til reiðar at spæla við í fremstu røð í 2009, sigur Kristjan á Neystabø, formaður í B36.