Vilja ikki missa Jákup

- Eg skilji ikki atburðin hjá fyrisitingini, ið hevur verið bæði ágangandi og ógvuslig, sigur yvirlæknin.

Tað man vera fáur maður, ið seinastu árini hevur verið eins eyðsýndur í arbeiðinum fyri at varðveita Klaksvíkar Sjúkrahús sum Jákup Petersen, yvirlækni, ið hevur havt sín fastan arbeiðsdag í sjúkrahúsinum.


Tað fær tó skjótt ein enda, tí fyrr í vikuni fylti yvirlæknin 70 ár, og er 1. juni sostatt hansara síðsti arbeiðsdagur. Men í eini roynd at varðveita Jákup Petersen á sjúkrahúsinum, tóku nakrar sjúkrarøktarfrøðingar fyri nøkrum vikum síðani stig til eina adressu, har heitt varð á lata Jákup Petersen halda fram í starvinum.


- Tað vóru tvær sjúkrarøktarfrøðingar, ið tóku stig til eina adressu, og vóru byrjaðar at savna undirskriftir. Adressan snúði seg í stuttum um at mæla til, at eg kann halda fram í starvinum, greiðir Jákup Petersen frá.
Sum Miðlahúsið skilur frá øðrum keldum, so vóru fólk byrjaði at skriva undir adressuna, tá ein persónur frá fyrisitingini setti fótin niður, og fekk steðga adressuni.


- Eg skilji ikki atburðin hjá fyrisitingini, ið hevur verið bæði ágangandi og ógvuslig. Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava fingið at vita, at talan er um ein spurning um trúskap mótvegis fyrisitingini, og hava fingið at vita, at um fólk taka undir við adressuni, so leggur fyrisitingin frá sær. Úrslitið er, at fólk eru bangin fyri at skriva undir og adressan er steðga upp, sigur Jákup Petersen, og leggur afturat.


- Eg skilji heldur ikki, at talan kann vera um ein spurning um trúskap. Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava einans hildið, at tey hava stuðlað undir framtíðini hjá sjúkrahúsinum. Harnæst kann tað aldrin vera talan um, at trúskapur móti leiðsluni trumfar rættin til at siga sína meining.


Sjálvur hevur yvirlæknin eitt ynski um at halda fram í arbeiðinum, hóast lógin krevur, at hann fer frá 1. juni.


- Eg havi sagt, at eg eri klárur at hjálpa til. Tað er ein stórur tørvur á ortopedum kring alt landið, og er tað ein mangul í øllum sjúkrahúsum, sigur Jákup Petersen at enda.


Miðlahúsið hevur tosað við fyrisitingina í Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og teirra svar verður at lesa um ein hálvan tíma her á in.fo.