Vilja ikki læna Klaksvíkar Kommunu pening

Klaksvíkar Kommuna hevur bráðfeingis tørv á einum láni upp á minst 20 milliónir krónur, annars er vandi fyri, at virksemið hjá kommununi steðgar. Men bæði Eik Banki og Føroya Banki hava sagt nei og Norðoya Sparikassi hevur ikki svara, stendur í eini spillfeskari frágreiðing,sum umsitingin hjá Klaksvíkar Kommunu hevur gjørt um syndarligu fíggjarstøðuna hjá Klaksvíkar Kommunu Seinastu árini hevur Klaksvíkar Kommuna havt stór hall á fíggjarætlanini og tað hevur ført við sær, at skuldin hjá kommununi er hækkað og verður við árslok 2008 132 mió. kr., og harumframt eru rokningar fyri 15 mió. kr., sum liggja ógoldnar vegna vantandi gjaldføri.

Hetta stendur í eini púra feskari frágreiðing um fíggjarstøðuna hjá Klaksvíkar Kommunu.

- Í hesum sambandi kann upplýsast, at um kreditorarnir ikki vístu vælvild í samband við útbyggingina av Ósáskúlanum, er líkt til, at arbeiðið hevði verið steðgað fyri mánaðum síðani.

Sagt verður í frágreiðingini, at kommunan hevur sostatt bráfangis tørv á einum láni upp á 15 mió. kr. til rindan av falnari skuld í samband við vørur og tænastur og harumframt er umráðandi at fáa í minsta lagi 5 mió. kr. sum arbeiðskapital.

- Um kommunan ikki fær peningin, er vandi fyri, at virksemið hjá kommununi steðgar upp heilt skjótt.

- Kommunan hevur sent umsóknir um fígging til peningastovnarnar, og Føroya Banki og Eik Banki hava svarað, at teir í løtuni ikki eru sinnaðir at veita kommununi meira lán og vísa til verandi avtalu um afturgjalding av skuld, meðan Norðoya Sparikassi ikki hevur givið endaligt svar enn, stendur í frágreiðingini.

Nýggja frágreiðingin verður tikin upp í politiskum kjaki, sum Rás2 sendir beinleiðis úr Klaksvík í kvøld klokkan 19.00.

KLIKKIÐ HER FYRI AT LESA FRÁGREIÐINGINA