Russiska skaðanevndin (IAC) vil ikki kanna flogvanlukkuna, tá Wagner-leiðarin og níggju onnur fólk lótu lív.
Tað skriva statsriknu russisku tíðindastovurnar, Tass og Ria.
- Skaðanevndin (IAC) hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið, veit tíðindastovan, Ria, at siga.
Jevgenij Prigozjin, fyrrverandi leiðari fyri Wagner-deildunum, varð jarðaður í útryðjuni av St. Pætursborg í gjár.
Sagt verður, at hann nú liggur jarðaður undir liðini av pápa sínum í kirkjugarðinum.
Útlendskir miðlar hava sagt, at bert nøkur fá fólk, kanska eini 20-30 í tali, vóru við til jarðarferðina.
Tað var hin 23. august, at flogfarið hjá Wagner datt niður og kolaðist upp á einari ferð úr Moskva til St. Pætursborg.
##med2##












