Skal Tórshavnar Kommuna slóða fyri Marknagilsdeplinum við at keypa Handilsskúlan, og hallirnar í Smiðjugerði, frá landinum, skal prísurin vera nøktandi.
Tað staðfestir Heðin Mortensen borgarstjóri.
Skal ætlaði skúladepilin í Marknagili byggjast, skal Løgtingið játta 64 milliónir afturat til endamálið.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, segði við Sosialin í gjár, at ein máti at fíggja ætlanina kann vera, at Tórshavnar Kommuna keypir handilsskúlan og hallirnar í Smiðjugerði.
Men talan er um góðar bygningar, so landskassin skal avgjørt hava nøktandi prís fyri bygningarnar, annars verða teir ikki seldir.
Landsstýrismaðurin ásannar eisini, at tað verður torført at fáa politiska undirtøku fyri at játta nakað serligt av pengum afturat til Marknagilsætlanina og tí ætlar hann, at eykajáttanin til skúladepilin skal vera so útreiðsluneutral, sum gjørligt.
Av tí sama hevur Mentamálaráðið biðið Tórshavnar kommunu um samráðingar um bygningarnar.
Men Heðin Mortensen staðfestir, at talan verður als ikki um, at Tórshavnar Kommuna fer at keypa bygningar fyri nakað sum líkist 60 milliónum.
- Og verri enn so, leggur borgarstjórin afturat.
Hann sigur, at Tórshavnar Býráð hevur ikki umrøtt spurningin um at keypa handilsskúlan og hallirnar í Smiðjugerði.
Nú fara embætisfólkini í kommununi at viðgera málið og at taka samanum, og so tekur býráðið støðu.
- Vit fara sjálvandi at gera okkara kostnaðarmeting av bygningunum og so taka vit tað haðani frá. Men semjast vit ikki um ein prís, lata vit vera við at keypa, sigur Heðin Mortensen.
- Vit fara sjálvsagt ikki at rinda ovurprís fyri bygningarnar, bara fyri at hjálpa landinum burtur úr einum trupulleika, sigur hann.
Men prísin fær hann onki sagt um enn.
Borgarstjórin sigur, at keypir kommunan bygningar, eru nógv endamál, teir kunnu brúkast til.
Ein møguleiki er at savna allar 10. flokkarnar í kommununi á Handilsskúlanum og hallirnar í Smiðjugerði, kunnu brúkast til pensjónistar, kvøldskúla, listafólk, ella hvat tað skal vera.
Myndin er av Handilsskúlanum, sum kanska verður miðdepil fyri 10. flokki í allari Tórshavnar Kommunu.









