Vilja ikki hava valplakatir á Havnará

Stóri veggurin, sum er settur upp kring økið, har Havnará skal vera, var eitt gott mið hjá politisku flokkunum til fólkatingsvalið

 

Men tað ætla tey í býráðnum ikki skal vera soleiðis í sambandi við løgtingsvalið. Ætlanin er at brúka veggin til jólaprýði, og tí hevur Kunningarstovan í Havn sett út hesa áheitan:

»Góðu politisku flokkar,

seinastu dagarnar eru starvsfólk hjá kommununi farin at fríðka um og gera býin jólakláran

Í morgin fer arbeiðið í gongd við at pynta uppsettu veggirnar framvið Havnará, sum liður í átakinum "Jól í Miðbýnum"

So her kemur ein áheitan á politisku flokkarnar í sambandi við uppseting av valplakatum

Tórshavnar kommuna og Visit Tórshavn heita á politisku flokkarnar, um ikki at seta valplakatir upp á veggirnar framvið Havnará

Reinhaldið beinir eftir hetta burtur plakatir, ið verða settar upp á veggirnar«.