Svenska løgreglan hevur boðið sær til at hjálpa donsku løgregluni at halda skil á undir veðurlagsráðstevnuni, men danir vilja ikki taka av tilboðnum. Tað undrar formannin í danska løgreglumannafelagnum, Peter Ibsen.
Hann sigur, at uppgávan á veðurlagsráðstevnuni er heilt greitt á markinum til tað, sum danska løgreglan megnar. Tí skilir hann ikki rættiliga, hví leiðslan hevur víst svenska tilboðnum aftur.
Sambært Politiken var svenska løgreglan til reiðar at senda millum 400 og 600 svenskar løgreglumenn til Danmarkar at hjálpa teimum donsku.










