Vilja ikki hava fremmandar sjúkur til Føroya

Nú nógv fólk ferðast til og úr Føroyum á jólum, minnir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á, at tað eru strangar reglur fyri at ferðast við kelidýrum

Tað eru strangar reglur fyri at ferðast ímillum Føroyar um umheimin við hundum og kettum, og øðrum kelidýrum. Tað minnir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á, nú jólini eru í hondum, og rættiliga nógv fólk ferðast ímillum Føroyar og umheimin.

 

– Tað er týdningarmikið, at ferðslan við hundum og kettum til Føroyar ikki gerst ov stór. Orsøkin til tað er, at tess fleiri djór, ið vera innflutt til Føroya, ella hava verið uttanlands og ferðast, og koma heimaftur tess vandin er fyri, at tey draga sjúku við sær.

 

Hetta er tíverri eisini galdandi, hóast øll djórini eru koppsett og viðgjørd, tí hóast vandin fyri sjúkum minkar, er tað einki koppingarevni, og eingin heilivágur, sum verjir til fulnar, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

 

Tí leggur Heilsufrøðiliga Starvsstovan dent á, at tað eru tað bara fólk við føstum bústaði í Føroyum, ið kunnu hava hundar, kettur og onnur kelidjór við sær til Føroya, og sostatt er ikki loyvt at koma til Føroya at ferðast við hundi ella kettu.

 

Føroyar eru avbyrgdar og fleiri djórasjúkur, sum eru uttanlands, eru ikki komnar til Føroyum. Hinvegin er hevur tað vundið nógv upp á seg at flyta djór til Føroya, og at gerast við djórum og tí eru vit noydd at seta tiltøk í verk at verja okkara djór ímóti smittandi sjúkum, ið ikki eru her frammanundan, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Tey siga, at hetta ger seg eisini galdandi fyri ymsar hunda- og kettusjúkur.

 

Tí skulu allir hundar, og allar kettur, ið verða innflutt til Føroyar, vera koppsett fyri tær vanligastu og tær vandamiklastu sjúkurnar í góðari tíð, áðrenn tey koma til landið. Tey skulu eisini kannast hjá djóralækna og fáa viðgerð fyri sníkar.

 

Fólk, sum býr í Føroyum, kunnu fara uttanlands at ferðast við hundi ella kettu, men eisini tá skal hundurin og kettan verða koppsett í góðari tíð, áðrenn tey koma aftur til landið. Tey skulu eisini kannast hjá djóralækna og fáa viðgerð fyri sníkar, bæði áðrenn tey fara av landinum og tá ið tey eru afturkomin til Føroyar.

 

Tað er ikki loyvt at vera burtur í meiri enn tríggjar mánaðir, annars eru aðrar reglur galdandi. Og Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at øll skjølini skulu vísast tollvaldinum, tá djórini koma til landið, antin á flogvøllinum, ella á farstøðini.