Vilja ikki hava fleiri fólk at búgva her

Men býráðslimirnir, sum vóru ímóti tí, fingu ikki undirtøku, tí meirilutin í Tórshavnar Býráð samtykti tað kortini

 

 

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at fara undur at gera bústaðir í Stórubrekku, á eystaru síðu á Dalinum Langa fyri Dalin langa, beint niðan fyri Klingruna.

Tilsamans er talan um tilsamans 55 íbúðir, sum verða bygdar í trimum klingruskaptum býlingum.

Men tað sæst eisini, at hetta er ætlanin at vera byggistig 1 av trimum, har endamálið er at fara í samstarv við Bústaðir at byggja byggistig 3.

Men teir seks býráðslimirnir, sum manna minnilutan í býráðnum, tað eru býráðslimirnir hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, taka als ikki undir við hesum, tí tey halda, at økið eigur at verða varðveitt sum fríøki.

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, heldur, at alt økið eigur at fáa frið, men kanska kann byggjast allar ovast á stykkinum, har ein barnagarður, ella umlættingarheim, kundi verðið bygt.

Hann vísir á, at hetta er eitt stórt, uttandura spælipláss hjá nógvum børnum, og hann heldur, at eiga at sleppa at hava hetta í frið

Hvørki hann, ella Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambansflokkin, taka tískil undir við hesi útstykkingi

Teir halda, at hetta eigur økið eigur at fáa frið og at tað rættasta er at byggja longur uppi við Stórutjørn.

Tróndur Sigurðsson vísir eisini á, at tað er ein spurningur um trygd, tí beint aftan fyri ústykkingina er eina hamari upp á sjey, átta metrar niður til vinnubygningarnar hjá Balslev, og øðrum fyritøkum. Hann, og Annfinn Brekkstein halda ikki, at tað er rætt at byggja íbúðir beint við eitt ídnaðarøki, tí tað fer at elva til trupulleikar við larmi, og øðrum.

 

##med2##

 

Annika Olsen, borgarstjórin, heldur, at Havnin stendur í so stórum vøkstri, at tey hava ikki ráð, yvirøvur, til at steðga á við íbúðarbygging, tí tað er neyðugt at byggja bústaðir alla tíðina.

Hon heldur, at hendan útstykkingin er ein fínur máti at gagnnýta tað lendið, kommunan hevur, og hon heldur, at býráðslimir eiga at síggja tað stóru myndina fyri sær, heldur enn bara at hugsa um, at tað er keðiligt fyri onkrar grannar.

– Tað er altíð onkur, sum heldur, at tað keðiligt at bygt verður beint við, men vit mugu tola eitt sindur av, tí vit skulu øll vera her, sigur Annika Olsen.