Tað er ikki meiriluti í landsstýrinum fyri at lata føroyingar fáa danskt umsitingarligt persónsnummar, ella CPR nummar, sum tað eitur. Tað ásannar Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Bárður Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann, um løgmaður ætlar, at gera tað møguligt hjá føroyingum at fáa sær CPR-nummar í Føroyum, soleiðis at tey sleppa frá at møta upp í eini danskari kommunu
Hann sigur, at fingu føroyingar møguleikan at fáa CPR-nummur í Føroyum, hevði tað lætt munandi um hjá fleiri bólkum í samfelagnum. Eitt nú hjá lesandi, sum skulu søkja um upptøku á lærustovni, og sum skulu søkja um bústað, lestrarstuðul, barnaansing og annað. Og tað hevði eisini lætt um hjá føroyingum, ið hava pensjón í donskum feløgnum, tað kunnu vera sjúkrasystrar, útisiglarar og onnur.
Bárður Nielsen vísir á, at longu í 2016 kom danska stjórnin við einum uppskoti um, at føroysku kommunurnar kundu fáa heimild at útflýggja føroyingum CPR-nummur og NemID, men enn er einki svar komið til hetta uppskot úr Føroyum.
– Er tað veruliga soleiðis sum tað kom fram í Fólkatinginum, at tjóðskaparkenslur eru forðingin fyri, at føroyingar fáa eina skilagóða og smidliga loysn á hesum, eigur løgmaður at taka málið í egnar hendur, heldur Bárður Nielsen.
Løgmaður sigur, at longu í 2016, vendi hann sær til danskar myndugleikar um hetta, og at teir vóru sinnaðir til at finna eina loysn.
Men so kom naggatódn í málið, tí landsstýriskvinnan á økinum, Sirið Stenberg, vildi bara arbeiða fyri at fáa hesi viðurskifti í rættlag fyri sjúkrahúsverkið, men ikki fyri aðrar samfelagsbólkar.
Síðani er málið eisini umrøtt í landsstýrinum og eftir tað umrøðuna, staðfesti løgmaður, at undirtøka er ikki í landsstýrinum fyri at lata føroyingar fáa eitt umsitingarligt CPR nummar og NemID.
Men hann leggur afturat, at fyri sjúkrahúsverkið er hendan skipanin sett í verk, og hann skoytir somuleiðis upp í, at hann hevur ongar ætlanir um at taka málið úr hondunum á landsstýriskvinnuni.