Vilja ikki forða bankum at krevja ómaksgjøld

Samgongan er ikki sinnað at forða bankunum í at krevja ómaksgjøld frá fólki fyri at hava kontu


Tað er skeivt at lóggeva niður í smálutir, hvussu vinnan skal virka.

Tað heldur samgongan í Løgtinginum.

 

Tí vil hon ikki taka undir við uppskotinum frá Tjóðveldi um at nokta bankunum at krevja ómaksgjald frá fólki fyri at hava lønarkontu og eftirlønarkontu í bankunum.

 

Herfyri ætlaði BankNordik í ávísum førum at leggja ómaksgjøld á tey, sum høvdu kontu í bankunum.

 

Tað elvdi til øsing og endin var, at bankin hálsaði um.

 

Men Tjóðveldi legði uppskot fyri Løgtingið um at banna bankum at leggja ómaksgjald á lønarkontur og eftirlønarkontur.

 

Samastundis skulu bankarnir heldur ikki sleppa at áseta órímilig ómaksgjøld, sum tað verður sagt.

 

Meirilutin í Fíggjarnevndini, sum eru umboðini fyri samgonguna vísa á, at málið ikki longur er aktuelt. Meirilutin heldur eisini, at tað er skeivt at lóggeva niður í smálutir, hvussu vinnan skipar sítt virksemi.

 

Minnilutin í Fíggjarnevndini, sum eru umboðini fyri Tjóðveldi og Javnaðarflokkin mæla Løgtinginum til at taka undir við málinum.

 

- Tað er neyðugt at tryggja, at føroyskir løntakarar hava møguleika at fáa løn sína út uttan at skula rinda fyri at fáa lønina út, halda tey trý.

 

Minnilutin vísir eisini á, at fíggjartænastur eru alneyðugar fyri flest øll vinnu.

Men samstundis er føroyski bankaheimurin fevndur av einum slagi av duopoli, og tí er neyðugt at taka stig til at forða fyri, at órímilig gjøld verða áløgd viðskiftafólkum, ið ikki hava møguleika at venda sær aðrastaðni enn til føroysku peningastovnarnar fyri at fáa neyðugu tænasturnar, sigur minnilutin.