Tað var eftir øllum at døma ikki nóg mikið til at sissa tey mótmælandi, tá egyptiski forsetin, Hosni Mubarak, kom á sjónvarpsskíggjan í gjárkvøldið og boðaði frá, at hann fer ikki at stilla upp á forsetavalinum í heyst.
Tey mongu túsund, sum vóru á Tahrir-torginum í miðbýnum í Kairo, svaraðu forsetanum við at krevja, at hann skal fara frá beinanvegin.
Nøkur túsund fólk hava verið á torginum í nátt, men tíðindafólk siga, at tað verður spennandi at síggja, hvussu mong koma á torgið í dag, tí tað fer at vísa, hvussu mong halda fast um kravið, at forsetin skal frá beinanvegin.
Politiski viðmerkjarin Yehia Ghanam, sum er blaðstjóri á blaðnum Al-Ahram, sigur, at boðini frá Mubarak komu ikki óvart á seg. Hann sigur, at tað hevur ljóðað leingi, at forsetin ætlaði sær ikki at stilla uppaftur, tí hann hevur havt trupulleikar við heilsuni í seinastuni.