Vilja hoyra um at loysa bleytar trupulleikar

Áhugin fyri skeiðunum, sum skeiðstovan Kvasir skipar fyri undir heitinum ?Trivnaður á arbeiðsplássinum? er misjavnur. Tað eru serliga skeiðini, sum viðgera teir sokallaðu bleytaru trupulleikarnar, sum hava fangað áhugan hjá fólki

Skeið

Nógv fólk hava teknað seg til skeiðini, sum snúgva seg um at skilja og loysa konfliktir, sjúkrafráveru og sálarliga arbeiðsumhvørvið, meðan hini trý ikki hava møtt so stórum áhuga.
Sam Jakobsen á Kvasir hevur ikki nakra frágreiðing uppá, hví so er, men hann sigur tó, at tey á Kvasir kortini eru vælnøgd við undirtøkuna sum heild.
? Vit vita, at slíkt tekur tíð at marknaðarføra slík skeið og at skapa áhugan, so vit kunnu ikki siga annað enn, at vit eru nøkulunda nøgd, sigur hann.
Tað hevur víst seg, at hóast ikki so nógv hava teknað seg til trý av skeiðunum, so hava nógv ringt og spurt seg fyri. Tey fregnast um skeiðið, hvat tað er um og so framvegis. Men so tekna tey seg kortini ikki.
Sam Jakobsen sigur, at hóast freistin at tekna seg er úti, so væntar hann fleiri fara at gera vart við seg. Tí enn eru um tvær vikur til skeiðini verða.
- Føroyingar eru ofta so seinir at tekna seg, men vit hava sett freistirnar, tí vit samstarva við danir á hesum økinum, og teimum dámar ikki, at ein ringir dagin fyri og avlýsir eitt tiltak ella skeið, greiðir Sam frá.
Tey, ið hava teknað seg til hesi skeiðini hjá Kvasir, eru serliga fólk í leiðslustørvum. Tað vil siga stjórar, starvsfólkaleiðarar og so víðari. Skeiðini, sum Kvasir skipar fyri í døgunum 8. til 12. november eru hesi: At loysa og skilja konfliktir, sjúkrafrávera - spill av góðum kreftum, sálarligt arbeiðsumhvørvi og organisatiónsmenning, Temadagur: Heilsubetran á arbeiðsplássinum og Ergonomiskt og psykiskt arbeiðsumhvørvi.