Tórshavnar Kommuna hevur nú lagt fram kommunuætlan sína fyri árini fram til 2030.
Komandi seks vikurnar hava borgararnir møguleika at gera viðmerkingar til ætlanina, og borgarstjórin leggur dent á, at tey í býráðnum fegin vilja hava viðmerkingar og hugskot frá borgarunum.
Heðin Mortensen vitjaði rásarúmið hjá Rás2 fyrr í dag. Við at trýsta á pílin undir myndini hoyrist tað, sum hann tá segði um nýggju kommunuætlanina.









