Blái Krossur Føroya hevur seinnu árini brúkt alsamt meira orku til fyribyrgjandi arbeiði og til at hjálpa avvarðandi hjá misnýtarum av rúsdrekka og rúsevnum.
- Vit møta nógvum fólkum, sum hava fingið álvarsligar trupulleikar av rúsdrekka ella rúsevnum, og samstundis sum vit vilja hjálpa hesum fólkum, ynskja vit eisini at gera eitt fyribyrgjandi arbeiði, so at færri fólk koma í rúsdrekkafelluna, sigur Frants Jensen, aðalskrivari í Bláa Krossi, við Sosialin, ið kom út í gjár.
- Vit vilja hjálpa við at kunna og upplýsa um avleiðingarnar av rúdrekka, og vit vilja vísa á, at tað er ein annar vegur – eisini hjá børnum og ungum, sum vaksa upp í einum umhvørvi við misnýtslu av rúdrekka.
Blái Krossur hevur eitt nýggjari átak við heitinum ”Øll hava rætt til góð barnaár”, og hetta tilboð er til børn og ung, sum í gerandisdegnum kenna avleiðingarnar av rúsdrekkamisnýtslu.
- Nógv fólk liva í heimum, har rúsdrekka myndar ein sera stóran part av gerandisdegnum. Fólk, sum eru rundan um ein misnýtara, gerast passivir misnýtarar, tí tey royna at hjálpa og bera í bøtuflaka fyri misnýtaran. Tað er púra vanligt, at gerandisdagurin og til dømis jólahøgtíðin verða løgd til rættis eftir misnýtaranum.
- Vit vilja gjarna hjálpa børnum og ungum, sum liva við hesum í gerandisdegnum. Vit vilja gjarna vísa teimum á, at tað er ein annar vegur, og at tey kunnu bróta út úr einari óndari ringrás við misnýtslu, sigur Frants Jensen.
- Nógvir makar og nógv børn stúra fyri jólum, og fleiri misnýtarar leggja planir fyri jólini, so teir hava nokk at drekka. Tað er ikki lætt at blanda seg upp í hetta og at hjálpa, tí hetta er í privatlívinum hjá fólki, og tí er tað avmarkað, hvat vit kunnu gera, men vit bjóða fólki eitt tilboð, sum tey kunnu taka av, sigur hann.
Longri samrøða við aðalskrivaran í Bláa Krossi kann lesast í Sosialinum.










