Í hesum døgum er Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, í ferð við at leggja síðstu hond á eitt uppskot, sum skal leggjast fyri Løgtingið um at broyta lógina um fosturtøku.
Tað kom fram á landsfundinum hjá Miðflokkinum leygardagin.
Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, sigur, at hetta er eitt mál, sum er heilt avgerandi fyri Miðflokkin at fáa framt.
- Hetta er eitt mál, sum Miðflokkurin hevur havt á breddanum síðani hann varð stovnaður, so tað er heilt avgerandi, at vit fáa eina broyting, leggur hann afturat.
- Tað skal verða lættari at koma í verðina, staðfestir formaðurin í Miðflokkinum.
Karsten Hansen sigur, at hann ætlar, at uppskotið verður lagt fyri Løgtingið um ársskiftið.
Ráðgeving
Endamálið við at broyta lógina um fosturtøku er, at hereftir skulu allar kvinnur, sum vilja hava fosturtøku, taka ímóti ráðgeving frá serfrøðingi.
Endamálið er at skipa eina føroyska ráðgeving eftir sama leisti sum danska Mødrehælpen, sigur Jenis av Rana.
Tað merkir, at eitt ráð skal setast á stovn, sum skal hava nakrar serfrøðingar á ymsum økjum knýtt at sær.
- Vil ein kvinna hava fosturtøku, skal læknin vísa kvinnuni til hetta ráðið. Ráðið skal so fáa greiði á, hví kvinnan vil hava fosturtøku.
- Tá ið tað er greitt, hví kvinnan vil hava fosturtøku, skal ein ráðgevari á økinum, kvinnan hevur trupulleika á, venda sær til kvinnuna at tosa við hann, um at loysa trupulleikan, uttan fostrið verður tikið.
- Er talan um sosialar orsøkir, skal tað vera ein sosialráðgevari, sum tosar við kvinnuna. Er talan um andaligar orsøkir, skal tað vera ein prestur, sum tosar við kvinnuna, er talan um sjúku, skal ein lækni tosa við hana og er tað sálarligur trupulleikar, skal sálarfrøðingur tosa við kvinnuna.
Løgfrøði í buktini
Men tað er ikki vist, at tað verður so lætt at gera hesa broytingina.
Talan er um danskt málsøki og nú hevur løgfrøðiligur ivi tikið seg upp um tað yvirhøvur ber til at tvinga kvinnur, sum vilja hava fosturtøku at taka ímóti ráðgeving.
Hinvegin er onki, sum forðar fyri, at ein nevnd verður sett og at kvinnur, sum vilja hava fosturtøku, skulu fáa tilboð um at leita sær ráð hjá serfrøðingi.
Jenis av Rana ivast ikki í, at tað letur seg væl gera at skipa eina tvingaða ráðgeving.
- Tvær ella tríggjar ferðir hava vit havt uppskot um hetta fyri Løgtingið, men umsitingin hjá Løgtinginum hevur aldrin reist tann spurningin, at tað ikki ber til at hava eina tvingaða ráðgeving í Føroyum.
Formaðurin í Miðflokkinum fær seg illa at trúgva, at hetta er annað enn kanska undanførslur, so hann vil síggja tað á skrift, áðrenn hann trýr tí.
- Í Danmark ber til at hava eina tvingaða ráðgeving fyri kvinnur, sum vilja hava fosturtøku eftir 12. viku og so mugu vit finna útav, hvat krevst fyri at vit kunnu fáa eina tvingaða ráðgeving í Føroyum.
- Men tað skal vera fyri allar fosturtøkur, ikki bara eftir 12. Viku, sigur Jenis av Rana.
Ikki upp á tal
Tá ið málið varð umrøddur á landsfundinum, var spurningurin eisini framm um føroyskar kvinnur eisini skulu fáa tilboð um at kanna fostrið fyri down syndrom, so at tær kunnu fáa fosturtøku av teirri orsøk.
Eisini í Føroyum hevur spurningurin verið frammi.
Men í hesum føri er Karsten Hansen púra avgjørdur, at tað kemur als ikki upp á tal í Føroyum.