Hvat hava dreingjafótbóltur og gølan um týska íløgufelagið Phoenix við hvørt annað at gera?
Ikki so nógv, halda mong. Men hjá tveimum týskum tíðindamonnum, sum í hesum døgum vitja í Føroyum, hava hesi bæði málini nógv at siga.
Teir arbeiða sum freelansarar, men hava sett sær fyri at hitta fótbóltshugaðar føroyingar við áhuga fyri týskum fótbólti, eins og føroyingar sum eru raktir av gøluni í týska íløgufelagnum.
Í fyrra førinum er endamálið at skriva fleiri greinar í samband við heimsmeistarakappingina í fótbólti í Týsklandi komandi ár. Í seinna førinum er ætlanin at finna fram til arbeiðsháttin, sum Phoenix hevði fyri at útvega sær kundar í Føroyum, Týsklandi og í mongum øðrum londum.
Teir ætla sær sjálvir at fáa fatur á fólki, men hinvegin so hava fólk eisini møguleika at hitta hesar týsku tíðindamenninar, Bernd Hauser og Rainer Nübel á máli.
Teir komu til Føroyar mikudagin og steðga til sunnudagin. At tosa við teir átti at ligið væl fyri, tí annar teirra, Bernd tosar nevniliga flótandi danskt.
Fótbóltur á týskum
Tá talan er um heimsmeistarakappingina í fótbólti, so eru týskir fjølmiðlar svangir eftir fótbóltssøgum sum eru tiknar úr øðrum londum.
Hesa svongdina ætla teir báðir sær at vera við til at metta, og eru tí komnir til Føroyar at hitta bæði yngri og eldri føroyingar.
Teir ivast onga løtu í, at nógvir føroyingar vita nógv um týskan fótbólt, - ikki minst eftir at føroyska landsliðið fekk so heiðurlig úrslit móti teimum kendu týsku stjørnunum í 2002 og í 2003.
Ein høvuðsspurningur á hesi ferðini er, um tað eldra fólkið kennir nakrar av týsku stjørnunum frá sjeyti-árunum, sum t.d. Franz Beckenbauer, Gerd Müller, Paul Breitner og allar hinar.
Hinvegin so ætla teir sær eisini at fáa prát og myndir frá ungum dreingjum, sum venja fótbólt á ymiskum støðum.
Slíkar søgur eru jú ikki vanligar í týskum, eins væl og í føroyskum fjølmiðlum. Og tí er ikki óhugsandi at teir fáa ymiskar áhugaverdar vinklar á hesar søgurnar.
Phoenix-gølan rakar mong
Eitt heilt annað mál, og við einum meiri syrgiligum tóna, er fíggjargølan í týska íleggjarafelagnum Phoenix.
Hetta felagið fór so rúkandi á heysin eftir at tað kom fram, at ein stórur partur av teimum 800 mió. EURO snøgt sagt vóru horvnar úr felagnum.
Fleiri føroyingar hava eisini mist nógvan pening orsakað av hesum. Og tað eru hesar, sum týsku blaðmenninir ætla sær at tosa við.
- Tit eru jú eitt lítið samfelag, og tí kann eitt slíkt tap hava stóra ávirkan á nógv fólk, siga teir báðir, Bernd og Rainer.
Teir leggja tó stóran dent á, at alt verður gjørt við dulnevni. Men ynski teirra er at fáa greiðu á, hvussu hetta felagið hevur arbeitt við at fáa føroyskan kapital í felagið.
Samband á donskum
Teir báðir týsku tíðindamenninir vilja fegnir hava fatur á føroyingum, sum hava merkt sviðan av Phoenix-gøluni.
Teir komu mikudagin og verða her til sunnudagin.
Samband við teir kann fáast við at ringja til Bernd Hauser, sum skilir danskt. Hann hevur eitt týskt nummar - 00491701835226. Tilber at ringja til hann, og síðani kann hann ringja aftur til viðkomandi.
Hava fólk heldur hug at senda teldupost, kann tað gerast á donskum til hauser.bernd@web.de