Við ynski um at minka frástøðu millum limir og nevnd, so fer nevndin hjá Pedagogfelagnum í næstum at vitja arbeiðspláss hjá limunum kring landið, boðar felagið frá á heimasíðu síni.
Endamálið er at fáa betri innlit í fjølbroytta námsfrøðiliga arbeiðið, limirnir gera. Nevndin vil uppliva arbeiðið hjá limunum, og hoyra teir sjálvar greiða frá, hvussu arbeitt verður, so nevndin kann fáa íblástur til at gera sítt arbeiði betur.
Um skipast skal fyri viðkomandi skeiðsvirksemi, ella varpast ljós á stóra arbeiði, sum verður gjørt, og um nevndin skal verða betri ílatin til samráðingar, so er støðugt neyðugt at vera í tøttum sambandi við limirnar.
Vónandi fer úrslitið av vitjanunum at styrkja sambandið enn meira millum nevnd og limir.
Í hesum umfarinum verður byrjað í Tórshavn í dag, og síðani hvørja viku fram til januar verða ymsir stovnar í landinum vitjaðir.










