Einki galið við "krosskoppseting"

Tað líkar ikki øllum at verða koppsett bæði við Pfizer og Moderna, men sambært heilsumyndugleikum er tað als eingin trupulleiki.

 

 

Í útlendskum miðlum verður tað rópt "krosskoppseting", tá tú fyrru ferð fært eitt slag av koppingarevni og aðru ferð fært eitt annað.

 

Tíðindastovan NTB veit í dag at siga, at tað eru nøkur fólk, sum rýma avstað aftur frá koppingarstøðum, tá tey fáa at vita, at tey ikki fáa sama koppingarevnið aðru ferð, sum tey fingu við fyrru koppseting.

 

Sagt verður, at í Bergen eru tey nú farin at koppseta aðru ferð við Moderna-koppingarevni, tó at fólk fingu Pfizer við fyrru koppseting. 

 

Bergens Tidende skrivar, at har hava tey fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum ikki dáma, at koppingarevnini verða blandað saman. Hetta hevur eisini ført til, at nøkur fólk, sum annars skuldu hava seinnu koppseting, eru farin heimaftur.

 

- Av øllum teimum, sum skuldu hava seinnu koppseting hósdagin og fríggjadagin, valdu færri enn 20 at fara heim aftur. Øll onnur valdu at taka ímóti koppsetingini, sigur Hossein Tehrani, sum er leiðari á umrøddu koppsetingarstøð í Bergen.

 

Hann sigur, at hann hevur virðing og forstáilsi fyri, at fólk eru órógvað, og hann heldur tað vera neyðugt at upplýsa meira um "krosskoppseting", sum er koppseting við fleiri enn einum slag av koppingarevni.

 

Í norska Fólkaheilsustovninum sigur Preben Aavitsland, at tað hevur ongan týdning, um onnur koppseting er við koppingarevni frá Moderna, tá hin fyrra var við koppingarevni frá  Pfizer.

 

- Vit meta hesi bæði koppingarevni sum lík - við sama virknaði og somu hjáárinum. Fleiri lond gera sum vit og "miksa" hesi bæði koppingarevnini.

 

Preben Aavitsland sigur, at tá koppingarevnini eru so lík, væntar Fólkaheilsustovnurin eisini, at flættingin gevur eins góða verju, sum um báðar koppsetingarnar vóru við sama koppingarevni.