Vilja heldur samstarva enn hótta

Í Tórshavnar Býráði eru tey stak misnøgd við framferðina hjá felagnum, sum skal gera Eysturoyartunnilin.

– Hetta er óluksáliga langt úti, og hetta eigur Tórshavnar Býráð ikki at lata sær lynda.

 

Tað halda fleiri býráðslimir í Havn.

 

Tey sipa til tað, vit skrivaðu í áðni um, at felagið, sum skal standa fyri arbeiðnum at gera Eysturoyartunnilin, hevur søkt Tórshavnar Býráð um at býta stykkið á Hvítanesi, har sjálvur tunnilsmunnin er, frá, tí lánsveitarin krevur at fáa pant í honum.

 

Men í býráðnum í Havn eru tey alt annað enn nøgd, tí nógvir býráðslimir føla seg rætt og slætt trumlaðar niður av tunnilsfelagnum, sum tey tóku til.

 

Tey vísa á at tunnilisfelagið ger ikki annað enn at arbeiða eftir sínum heimildum, tí tá ið Løgtingið samtykti at gera tunlarnar, varð eisini samtykt, at tað skuldi ikki vera neyðugt at fáa loyvi frá Tórshavnar býráði til ymisk viðurskifti, ein kommuna annars skal geva loyvi til.

 

Sostatt hevur tunnilsfelagið hvørki biðið um byggiloyvi, graviloyvi, ella nakað annað loyvi frá Tórshavnar Býráð í sambandi við arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin.

 

Tí halda býráðslimir, at tað er langt úti, at tunnilsfelagið nú søkir um at fáa eitt stykki sundurbýtt - og harafturat vísa á, at málið hevur stóran skund.

 

– Tunnilsfelagið hevur karvað alt Hvítanes upp, uttan at biðja um so mikið sum eitt graviloyvi, staðfesti Tróndur Sigurðsson, býráðslimur.

 

Bæði hann, og fleiri onnur í minnilutan í býráðnum, halda ikki, at Býráðið eigur at lata seg kroysta, men eigur ikki at samtykkja hetta málið, fyrrenn ein heildarloysn fyriliggur, heldur enn at renna aftan á tunnilsfelagið.

 

Í minnilutanum halda tey ikki, at býráðið kann lata sær hetta lynda,

 

Í meirilutanum í býráðnum eru tey samd um at framferðin hevur verið ótolandi. Men tey eru ikki sinnað at taka Eysturoyartunnilin til gísla og tí eru tey sinnað at býta stykkið frá. Men hinvegin ætlar meirilutin sær í eitt positivt samskifti við tunnilsfelagið í eini roynd at úrslitið fyri kommununa verður so gott sum gjørligt, bæði hvat Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum viðvíkja.

 

– Tað fer neyvan nakað gott at spyrjast burtur úr at fara í stríð við tunnilsfelagið, heldur Annika Olsen, borgarstjóri.

 

Hinvegin staðfestir hon kortini, at Býráðið vil ikki bara svølgja øllum rátt, tunnilsfelagið kemur við.

 

Marin Katrina Frýdal vísti á, at hetta er ikki eitt mál, sum er nýtt, og hon hevði heitt á undanfarna býráð um at taka málið upp, við landsstýrismannin í samferðslumálum, um, at tunnilsfelagið hevði fingið fríar hendur, men hon hevði onki hoyrt um, at hann hevði tikið tað upp.

 

Heðin Mortensen vardi seg við, at hann fekk onki gjørt. Hann hevði gjørt vart við seg, men tað var Løgtingið, sum hevði givið tunnilsfelagnum fulla heimild til at gera sum tað vildi.

 

Hann helt, at tá hevði Marin Katrina Frýdal, sum arbeiðir hjá Landsverki, betri møguleika at ávirka málið.

 

Men Heðin Mortensen helt ikki, at býráðið átti at latið sær tað lynda, at Tunnilsfelagið kemur í síðstu løtu og vil hava byggisamtyktina broytta, og hann mælti frá, at nakað verður gjørt, til ein heildarloysn fyriliggur.

 

Úrslitið varð kortini, at meirilutin í býráðnum samtykti at býta stykkið frá.

 

Les eisini: Fáa pant í tunnilsmunnanum