Vilja heldur ikki stytta arbeiðsvikuna hesa ferð

Samgongan vil ikki blanda seg upp í hvussu leingi fólk skulu arbeiða

Tað verður heldur ikki á hesum sinni, at vit fáa eina styttri arbeiðsviku. Í heyst legði Javnaðarflokkurin uppskot fyri Løgtingið um at stytta arbeiðsvikuna niður í 37,5 tímar. Hetta er aðru ferð, at hendan royndin verður gjørd. Fyrr ferð var fyri einum tveimum árum síðani, men tá tók samgongan ikki undir við tí.

 

Síðani hava fakfeløg staðið fyri eini kanning, sum vísir at tað eru stórir fyrimunir við at stytta arbeiðsvikuna, men nú er greitt, at samgongan tekur framvegis ikki undir við at stytta arbeiðsvikuna við lóg. Málið hevur verið til umrøðu í rættarnevndin hjá løgtinginum og har siga umboðini fyri samgonguna, at spurningurin um, hvussu long arbeiðsvikan skal vera, er ein samráðingarspurningur ímillum fakfeløg og arbeiðsgevarar.  

 

Umboðini fyri andstøðuna vísa á, at tað er Løgtingið, sum hevur ásett við lóg, at arbeiðsvikan skal vera 40 tímar og tað varð gjørt í 1978. Tey siga, at tað er so ójavnt, hvussu fakfeløg eru fyri, tí hjá summum er lønin so lág, at tey hugsa fyrst og fremst um at fáa hana upp, og tískil liggur illa fyri at samráðast um at stytta arbeiðsvikuna.