Vilja heilsa upp á okkara kundar

- Fish Fair er eitt gott høvi at heilsa upp okkara kundar, sigur Niels Juel Nattestad, stjóri á Statoil Føroyar

Fiskivinnustevna

- Vit luttóku á Fish Fair fyri tveimum árum síðani. Vit luttaka í ár sjálvandi fyrst og fremst tí at kundarnir hjá okkum koma á eina slíka stevnu. Hetta er eitt gott høvi at heilsa upp á teir og vísa okkum fram, sigur Niels Juel Nattestad.
- Fólk koma jú til eina slíka stevnu fyri at heilsa upp á og práta, og øll eru opin fyri tí. Vit eru ikki við, tí vit vænta at fáa nýggjar kontraktir. Men um vit kunnu vera við til at skapa eina eyka breidd á eini slíkari stevnu, so er tað eisini eitt mál í sær sjálvum, sigur Niels Juel Nattestad, stjóri á Statoil Føroyar.
- Tað er gott at hitta sínar kundar. Meira mann veit um sínar kundar, betri tænastu kann mann geva teimum. Vit vilja vita hvat rørist í vinnuni. Um vit skulu veita eina góða tænastu, so mugu vit vita, hvat rørir seg millum kundarnar. Fish Fair er ein platformur fyri at skapa sær vitan um júst tað. Hetta gevur okkum eina konkreta vitan um tænastu, og vit skapa eina motivatión millum starvsfólkini við at møta kundunum, sigur Niels Juel Nattestad, stjóri á Statoil Føroyar.