Nú fer Sinnisbati enn einaferð at handa eina eina serliga heiðursløn til ein einstakling, ella ein bólk. Heiðurslønin verður handað á altjóða sálarheilsudegnum, sum er 10 oktober og hetta er fjórðu ferð, at Sinnisbati letur hesa virðislønina.
Sinnisbati er ein felagsskapur, sum røkir áhugamálini hjá fólki við sálarligum sjúkum, og familjum teirra, og nú bjóða tey almenninginum at senda teimu uppskot um, hvør skal hanva hendan serliga heiðurin í ár.
– Endamálið við eini slíkari virðisløn, er at heiðra ein, ella fleiri, sum hava gjørt okkurt, sum á serliga hevur varpað ljós á sálarheilsu, og sum hava gjørt eitt arbeiði til frama fyri hendan bólkin av fólki.
Tilboðini skulu vera latin inn í seinasta lagi nú týsdagin á miðdegi, og síðani fer ein dómsnevnd at gera av, hvør skal hava heiðurin av at fáa sálarheilsuvirðislønina.