Vilja hava Trygdarráðið upp í leikin

Svøríki, Frakland og Egyptaland vilja finna eina loysn á ófriðin í Ísrael

Ófriðurin, sum seinastu dagarnar hevur herjað Ísrael, skal nú viðgerast á hægsta politiska stigi. Tað er hvørt fall ætlanini hjá Svøríki, Fraklandi og Egyptalandi, ið hava heitt á Trygdarráðið hjá ST at koma saman skjótast gjørligt at finna eina loysn á ófriðinum. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.


Sambært keldum hjá Reuters tíðindastovuni, so savnast ráðið væntandi til fund mánadagin, har limalondini fara at viðgera støðuna eftir, at ófriðurin hevur kravt sjey mannalív seinastu vikuna, tríggir ísraelar og fýra palestinar.


Russland, USA, ES og ST hava eisini í eini felags áheitan funnist at ófriðinum og heitt á partarnar um at virka fyri friði.


- Vit eru sera stúrin fyri spentu støðuni og hørðu samanbrestunum í og kring gamla býin í Jerúsalem, skriva tey í fráboðanini.


Ófriðurin byrjaði í kjalarvørrinum av, at ísraelski staturin setti í verk strangari trygdarkrøv á tempulfjallinum eftir ein skottilburð fyrr í mánaðinum, har skotið bleiv eftir tveimum ísraelskum løgreglumenn, ið stóðu á varðhaldi við eina av inngongdunum til staðið.