Tivoli á Velbastað og sparkivøll við tilhoyrandi spæliplássi í Kirkjubø var áheitanin frá børnunum í skúlabólkinum í Dagstovninum á Velbastað, sum vitjaðu Heðin í morgun. Borgarstjórin hevði sera trongan plan í morgun, men gav sær tó tíð til eitt lítið prát við børnini, sum vildu vita, hvat ein borgarstjóri tekst við. Eisini vildu tey vita, hvørjum hann ?bestemmaði? yvir. Og tann eini dittaði sær at fara so langt sum at spyrja, um borgarstjórin hevði nakað at gera við, at veðrið knappliga bleiv so gott í morgun!
Og so vildu tey hava tivoli á Velbastað við rutsjibanum, trampolin og hoppiborg. Og fyri líkasum at staðfesta, at tey vistu, hvat tey tosaðu um, so sungu tey alt alfabetið fyri borgarstjóranum og gjørdu vart við, at tey dugdu altso eisini at telja uppí hundrað.
Borgarstjórin noyddist at vísa á, at øll tey 20.000 fólkini í kommununi helst ynskja sær okkurt. Og øll mugu ganga í skúla, og tað eru bara foreldrini, sum gjøgnum skattin kunnu gjalda fyri alt hetta. Tað fekk tey at hugsa eina løtu, meðan tey royndu tey góðu bommini hjá borgarstjóranum.
Borgarstjórin vísti eisini á, at sparkivøllurin í Kirkjubø er ávegis, men hann mátti kanna møguleikarnar fyri spæliplássi í hesum sambandi, eins og málið um tivoli á Velbastað helst mátti fáa drúgva og gjølliga viðger, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.