Samfelagið hevur brúk fyri fjølbroyttum fjølmiðlum og ein einum sterkum almennum kringvarpið.
Tað halda Gunvør Balle og Rigmor Dam.
Í dag fara tær báðar at leggja uppskot fyri Løgtingið um at styrkja fjølmiðlarnar í Føroyum. Endamálið við uppskotinum er eisini at gera greiðan skilnað ímillum almenna Kringvarpið og teir privatu fjølmiðlarnar.
Í hesum sambandi skjóta tey upp, at Kringvarpið eisini fær upphæddina, sum landskassin annars fær av mvg av kringvarpsgjaldinum.
Tað merkir, at landskassin missur 11,5 milliónir krónur, sum Kringvarpið sostatt fær afturat í inntøkum.
Við hesum fær Kringvarpið yvir 57 milliónir at arbeiða við um árið, umframt inntøkurnar av V4 og Gekkinum.
Samstundis skal borgarin ikki rindar meiri í Kringvarpsgjaldi.
- Við hesi hækking í inntøkunum hjá Kringvarpinum fer at bera til at banna handilslýsingum og sponsoratum, siga tær báðar tingkvinnurnar.
Men av tí, at vit bara hava eitt sjónvarp, halda tlr, at sjónvarpið hjá Kringvarpinum framvegis skal sleppa at senda føroyskar sjónvarpslýsingar.
Men fyri at tryggja frælsið og trúvirðið hjá Kringvarpinum, verða inntøkurnar frá sjónvarpslýsingum, sum seinastu árini hava verið uml 1,3 milliónir krónurm brúktar til demokratistuðul, sum skal stimbra eitt fjølbroytt og nýskapandi miðlalandskap, sum tær málbera seg.
Tær siga, at hetta styrkir fíggjarliga grundarlagið undir Kringvarpinum og skapar greiðan skilnað millum alment fíggjaða Kringvarpið og privatu miðlarnar, við at banna handilslýsingum í Kringvarpinum.
- Við hægri fígging hevur Kringvarpið ikki tørv á lýsingarinntøkum, og hetta gevur samstundis privatu miðlunum øktar inntøkumøguleikar.
- Kringvarpið skal ikki hava fyri neyðini at kappast við privatu miðlarnar um lýsingapengar, siga Gunvør Balle Rigmor Dam.