Sameindu Tjóðir skulu krevja av politiska myndugleikanum í Føroyum, at ein miðvís ætlan verður løgd fyri, hvussu ST sáttmálin um rættindi hjá brekaðum, verður settur í gildi í Føroyum.
Tað er ein niðurstøða, nú umboð fyri Meginfelag Teirra Brekaðu, MBF, hava verið í Geneve og lagt eina frágreiðing fyri ST um rættindi hjá brekaðum í Føroyum.
Landsstýrið hevur givið ST eina almenna frágreiðing um støðuna í Føroyum, men harafturat fekk MBF høvi at leggja tað, tey kalla eina skuggafrágreiðing fyri ST um støðuna hjá brekaðum í Føroyum.
Í hesi frágreiðing leggur MBF dent á tey øki, har sáttmálin ikki verður hildin í Føroyum. Og tað var hendan frágreiðingin, sum varð umboð fyri MBF løgdu fram í Geneve nú mánadagin og týsdagin.
- Hetta var ein serstakur møguleiki fyri MBF, sum umboðar einar 4.000 føroyingar, sigur felagsskapurin, nú tey eru heimafturkomin.
- Hetta er fyrstu ferð, ein føroysk skuggafrágreiðing er skrivað og løgd fram, og umboðsfólkini hjá ST vóru fegin um eina vælskrivaða og upplýsandi frágreiðing, sigur MBF.
MBF vísir serstakliga á, at í Føroyum er einki ávíst aðalráð í landsstýrinum, sum hevur ábyrgd av at seta ST sáttmálan í verk.
- Tá ið sáttmálin varð samtyktur og settur í gildi í Føroyum í 2009, var tað Uttanríkisráðið, sum hevði ábyrgdina. - Men tá ið Uttanríkisráðið varð niðurlagt, varð ábyrgdin ikki givin víðari, sigur MBF.
MBF heitir tískil á ST um at áleggja Landsstýrinum at gera eina ætlan fyri, hvussu sáttmálin skal setast í verk í føroyska samfelagnum. - Og samstindis verður heitt á ST um at áleggja føroyskum myndugleikum at geva ávísum aðalráði ábyrgdina av at samskipa hetta arbeiði.
Nú skuggafrágreiðingin er løgd fram, eru umboðsfólk hjá ST farin at gera ein lista til politisku skipanina í Føroyum um, hvørji ítøkilig stig eru neyðug fyri at tryggja, at sáttmálin verður settur í verk í føroyska samfelagnum.
Endamálið við hesum er eisini vísa á, at lógir, og aðrar skipanir í samfelagnum, skulu verða í samsvari við sáttmálan.
- Tað, sum hevði stóran týdning fyri MBF, var at fáa Føroyar settar á heimskortið og at siga frá, hvørjar brekpolitiskar avbjóðingar Føroyar hava.
|










