Vilja hava ísráðharra

Fer norska andstøðan at skipa stjórn aftan á stórtingsvalið í heyst, er tað ikki óhugsandi, at Noreg fær ein ráðharra í ísviðurskiftum, sum tikið verður til.

Miðflokkurin, sum ætlar sær at skipa stjórn saman við Arbeiðaraflokkinum og Sosialistiska Vinstraflokkinum aftan á valið, hevur skotið upp, at stjórnin skal hava ein ráðharra, sum skal umsita viðurskifti í teimum norðastu økjunum. Sambært flokkinum hevði ráðharrin fingið fleiri týðandi evni at viðgera so sum umhvørvi, orku og trygdarpolitikk.

Arbeiðaraflokkurin og Sosialistiski Vinstraflokkurin taka undir við uppskotinum hjá Miðflokkinum. Sagt verður, at tað ætlaða ráðharrastarvið fer at líkjast tí hjá Jens Evensen í sjeytiárunum. Hann var havrættarráðharri, og norskir viðmerkjarar eru á einum máli um, at tað var ein sera skilagóð avgerð at lata ein ráðharra umsita havrættarviðurskiftini burturav tá, skrivar Aftenposten.