Nu skal full greiða fáast á, hvør hevur ábyrgdina og hvør skal hava ábyrgdina av upptakinum, og ikki minst rokningina, tá ið ein stór oljudálking verður í Føroyum.
Sum støðan er nú, eru tað kommunurnar, sum hava alla ábyrgd av teimum oljudálkingum, sum hava verið, men hetta góðtaka tær ikki longur.
Eyðun Christiansen, aðalskrivari í Kommunusamskipan Føroya, sigur, at tilbúgvingin hjá kommununum eru ikki førar fyri at basa eini umfatandi oljudálking, hóast tað er gott samstarv tvørtur um kommunumark.
Samstundis eru tað kommunurnar, sum hava alla tað fíggjarligu ábyrgdina. Eydnast tað at finna dálkaran, verður tað hann, sum fær rokningina. Men tað kemur meiri enn so fyri, at tað ikki eydnast at finna dálkaran og tá má kommunan punga út og tað kann verða dýrt.
- Men í teirri løtu vit verða rakt av eini umfatandi oljudálking, eru vit prísgivin, tí tá hava vit ongin tilbúgving at basa henni, heldur aðalskrivarin í Kommunusamskipanini.
Vandi er sjálvandi altíð fyri eini umfatandi dálking. Vit hava stórar tangar á landi og tað sigla stór tangaskip framvið Føroyum, sum kunnu fara, ella sum kunnu fara á land. Men tað kann eisini henda, at skip sleppa stórum nøgdum av olju á sjógv, uttan at tað eydnast at finna fram til, hvør tað er.
- Sum støðan er nú, eru tað kommunurnar, sum eiga ábyrgdina og rokningina.
Eyðun Christiansen sigur at í slíkum føri mugu vit hava eina landsumfatandi og samskipaða tilbúgving, sum kann taka um endan og bjarga okkum undan eini náttúruvanlukku.
Samstundis er tað umráðandi at fáa greiði á fíggjarliga ábyrgdarbýtinum ímillum land og kommunu á hesum øki.
Aðalskrivarin í Kommunusamskipanini sigur, at tey fara nú at seta seg í sambandi við landsstýrið um at fáa gongd á arbeiðið at fáa greiði á hesum viðurskiftum.
Beiskar royndir
Tað eru borgarstjórin í Vági og borgarstjórin í Klaksvík, sum hava reist málið í Kommunusamskipanini eftir beiskar royndir við umfatandi oljudálkingum á firðunum í Vági og Klaksvík.
Á býráðsfundi í Vági herfyri vísti Kirstin Strøm Bech á, at sum støðan er nú, sær út til, at tað eru kommunurnar, sum sita við allari ábyrgdini av at hava ein tilbúgving í sambandi við oljudálkingar, samstundis sum tað sær út til, at landið slepur undan øllum skyldum.
Men tað er bæði ómetaliga dýrt og fíggjarliga órationelt at hvør kommuna skal útvega sær útgerð at basa oljudálkingum við.
Tí halda teir báðir borgarstjórarnir fyri sunnan og fyri norðan, at tað er neyðugt við eini landsumfatandi tilbúgving, sum eisini hevur útgerð til at bara eini umfatandi dálking við.
Av tí sama hava tey reist málið í Kommunusamskipan Føroya og har varð spurningurin umrøddur fyri eini viku síðani.
Pínliga greitt
Hetta er ikki fyrstu ferð, at spurningurin er reistur um at hava eina almenna, felags tilbúgving í sambandi við oljudálkingar.
Serliga tá ið Olsjana fór til botns á hásumri í 2007, fór alt upp at reika um at nú skuldi ein tilbúving gerast, men Olsjana var ikki kólnað á havsins botni, so dovnaði prátið um eina tilbúgving aftur og síðani er púra onki hent, sigur Eyðun Christiansen, á Kommunusamskipan Føroya.
Nettupp tá ið Olsjana fór til botns, bleiv tað pínliga greitt fyri øllum, hvussu illa fyri vit eru á hesum øki, tí har varð ongin skipað tilbúgving. Tey tiltøk, sum vórðu sett í verk fyri at basa teirri dálkingini vórðu ”ad hoc” loysnir –altso tiltøk, sum bara vórðu sett í verk so hvørt.
Men nú ætlar kommunurnar ikki at sleppa málinum aftur.