Elfelagið SEV hevur verið dýrt fyri umhvørvið á Vágsfirði!
Tvær ferðir hesi seinastu trý árini hava óhapp við tangarnar hjá SEV elvt til umfatandi oljudálking á Vágsfirði.
Seinast var nú 14. Mai, tá ið nógv olja rann á sjógv, men serliga alvorligt var tað fyri trimum árum síðani, tá ið nógv tungolja fór á sjógv og elvdi til umfatandi dálking um allan fjørðin, bæði í sjálvari mølini, men eisini á alt lív á og í sjónum.
Tað dálkingina arbeiddu tey í hálvt annað ár við at basa.
Men hetta er bara tann sjónligi parturin av dálkingini, tí kanningar hjá Umhvørvisstovuni vístu, at fyri ikki so langari tíð síðani var djóralívið í fjørðinum framvegis dálkað.
Ber ikki til
Men á seinasta fundi var semja um í Vágs Býráði, at hetta ber ikki til longur.
Tí samtykti býráðið at biðja um fund við SEV at tosa um viðurskiftini.
Býráðslimir førdu fram at nú á døgum eru trygdarskipanirnar so góðar, at tað eigur at bera til at sleppa undan slíkum, serliga hjá SEV, sum hevur fólk á vakt alt samdøgurið.
Tað var enntá onkur býráðslimur sum helt, at býráðið skuldi rætt og slætt krevja eina null-hugsjón á hesum øki. Altso halda teir, at kravið til SEV skal vera, at tað setir skipanir í gildi, so at ongin olja yvirhøvur sleppur á sjógv.
Býráðið vil eisini tosa við SEV um at elfelagið sjálvt hevur eina ávísa tilbúgving, so at ein møgulig dálking kann basast skjótt og effektivt.
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri, sigur, at áheitan er send SEV um at koma á fund um støðuna.
- Annars hava vit fingið at vita frá SEV, at vit fáa eina frágreiðing um hesa seinastu dálkinginga, skoytir hon upp í.
Her eigur eisini at verða lagt afturat, at hesar báðar dálkingarnar hjá SEV hava ikki kostað kommunini nakað fíggjarliga, tí SEV hevur goldið fyri ruddingina.
Les eisini greinina: Løgreglan kannar oljudálking hjá SEV










