Uppskotið hjá Fraklandi og Týsklandi er liður í royndunum hjá teimum báðum londunum at samskipa fíggjarpolitikkin í øllum ES-londunum. Hesar royndirnar hava møtt harðari mótstøðu í øðrum limalondum, og soleiðis verður eisini við uppskotinum um felags skattaskipan.
Bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, er millum teirra, sum eru ímóti týsk-franska uppskotinum, tí eftir hansara tykki eiga londini at umsita sín skattapolitikk hvør sær. Bretska stjórnin vil heldur hava eina kapping um tann rætta skattapolitikkin heldur enn at laga seg eftir skattinum í Týsklandi og Fraklandi, sum er væl hægri enn í Bretlandi.
Týskland og Frakland hava boðað frá, at tey fara at leggja skattauppskotið fyri nevndina, sum situr og arbeiðir við einum uppskoti um at endurskoða allan ES-bygnaðin. Hetta er í grundini ikki í samsvari við ta upprunaligu ætlanina um at broyta bygnaðin, tí hon umfatar ikki skattapolitikkin.
Skattauppskotið verður uttan iva á borðinum, tá franski forsetin, Jacques Chirac, kemur til Berlin í dag at tosa við Gerhard Schrøder, kanslara. Hildið verður, at teir báðir fara at gera enn eina roynd at gera greitt, at Týskland og Frakland meta seg vera oddalondini í ES.
Eitt endamál við felags fransk-týska uppskotinum er at samskipa skattareglurnar í limalondunum, so skatturin hjá vinnufyritøkum verður tann sami í øllum londunum. Hetta skal gerast fyri at sleppa undan, at fyritøkur flyta til lond, sum hava lægri vinnuskatt. Írland, sum hevur lægsta skattin í ES, hevur mangan staðið fyri skotum, tí fyritøkur gera sær dælt at lága skattinum har.