Vilja hava reglur um rúmdina

USA, ES og fleiri onnur lond fara nú at taka stig til at fáa eina altjóða reglugerð um virksemið úti í rúmdini. Sambært amerikanska uttanríkisráðharranum, Hillary Clinton, er tað millum annað neyðugt við reglum um vrakpetti, sum sveima úti í rúmdini.

-Vit hava bundið okkum til at arbeiða saman um at forða fyri, at umhvørvið í rúmdini verður oyðilagt, sigur Hillary Clinton. Hon leggur afturat, at USA, ES og onnur lond eru samd um at orða eitt regluverk fyri virksemið í teirri ytru rúmdini.

Amerikanska uppskotið kemur nakrar fáar dagar eftir, at leivdirnar av einum russiskum rúmdarfari duttu niður í Kyrrahavið. Rúmdarfarið, sum vigaði meiri enn 13 tons, skuldi eftir ætlanini til gongustjørnuna Mars, men tað eydnaðist ongantíð russum at fáa tað út úr atmosferuni kring jørðina.

Í september í fjør duttu leivdirnar av einum amerikonskum rúmdarfari niður í Kyrrahavið.