Hákun Steingrímsson, stjóri í MBM, harmast, at litfagra kúgvin, sum stóð í túninum uttanfyri høvuðsskrivstovuna hjá fyritøkuni, er horvin.
- Tað eru vit kedd av, tí hon er næstan sum okkara "búmerki". Tí vilja vit øgiliga fegin hava hana aftur sum skjótast, sigur hann.
Tá fólk hjá MBM komu til arbeiðis í morgun, var Raska, sum kúgvin eitur, burtur. Hákun Steingrímsson, stjóri, sigur við Portal.fo, at kúgvin koppaði í vindinum í gjár. Tí undraðist hann ikki so nógv, at hon var burtur, tá hann kom til arbeiðis í morgun.
- Eg helt, at teir á verkstaðnum høvdu tikið hana inn, tí okkurt skuldi gerast við hana, men tað høvdu teir ikki, og eingin hevði ánilsi av, hvar kúgvin er blivin av, sigur stjórin í MBM.
So var ikki annað til ráða at taka enn at melda kúnna stjolna, og tí er litfagra kúgvin hjá MBM nú blivin eitt mál hjá løgregluni. Enn hevur stjórin tó einki hoyrt frá løgregluni um nakað sum helst. Men hann leggur eina við, at tey øgiliga fegin vilja hava Røsku aftur.
- Sjálvandi. Hon er í mangar mátar ímyndin av MBM, og tí er tað øgiliga harmiligt, um hon er stjolin. Og vit vilja sera fegin hava hana aftur sum skjótast, sigur hann.
Raska er ikki bara meldað stjolin hjá Løgregluni. Hon er eisini eftirlýst sum burturflutt á vangamyndini hjá MBM á Facebook. Har er tónin lættur og skemtiligur. Millum annað verður spurt, um Raska plagar at rýma í longri tíðarskeið ella um hon kann vera farin til skyldfólk uttan at hava sagt frá. Í báðum førum er svarið nei.
Øll eftirlýsingin kann lesast á hesari adressu: www.facebook.com/pages/MBM/172103659489206