Vilja hava prestin

Sum lið í sparingum ætlar grønlendska landsstýrið at niðurleggja tað grønlendska prestastarvið í Danmark í 2011, men tað hóvar ikki teimum grønlendsku útisetunum. Birthe Metelmann, sum er formaður í meginfelagnum hjá útisetunum, sigur við KNR, at tað er torført at fáa eyga á nakra veruliga grundgeving fyri ætlanini hjá landsstýrinum.

Hon vísir á, at prestastarvið í Danmark kostar bara trý prosent av játtanini til grønlendsku kirkjuna.

-Harafturímóti fær tað ovurstórar avleiðingar, verður starvið niðurlagt, sigur hon.