Tey 400 børnini í Føroyum, sum hava ADHD, skulu takast við í skipanina hjá Almannaverkinum, sum tey kalla Tann Góða Tilgongdin.
Tað halda tey í ADHD felagnum.
Almannaverkið hevur eitt hugtak, tey kalla Tann Góða tilgongdin. Tað er ein skipan fyri børn við autismu og familjur teirra og endamálið er at tey skulu fáa eina greiða og samskipaða tænast.
Men MEGD, sum er áhugafelagið hjá teimum sum bera brek, og teirra avvarðandi, heldur, at tað er ov avmarkandi, at Tann Góða Tilgongdin bara skal vera fyri børn við autismu.
Tað eru eini 180 børn, sum eru í skipanini nú, men tey í MEGD vilja hava, at skipanin eisini skal fevna um børn við øðrum avbjóðingum, eitt nú børn við ADHD, men eru børn við menningarórógvi.
– Nógv tann størsti parturin børnunum, sum hava aðrar avbjóðingar enn autismum, eru okkara børn, sum hava ADHD, sigur Bjørg Dam, forkvinna á ADHD felagnum.
Hon sigur, at Almannaverkið metir, at verða tey 400 børnini við ADHD, eisini tikin við í Tað Góðu Tilgongdina, fer tað at einans at kosta umleið sjey milliónir krónur.
– Eftir okkara tykki skuldi hetta verið avgreitt fyri fyri langari tíð síðani, tí høvdu tey 400 400 børnini, sum stríðast við ADHD, verið við í Teirri Góðu Tilgongdini, kundi tað verið við til at tryggja teimum eitt gott lív, sigur hon.
– Barnaárini eru stutt og við røttu viðgerini kunnu børn við at menningarórógvi fáa eitt líka gott lív, sum onnur, bæði hvat heilsu og arbeiði viðvíkur
Tí er tað altavgerandi at gera nakað við hetta í barnaárunum og fyri samfelagið kostar tað bara ein brotpart av tí tað kostar at lata vera, siga tey í ADHD felagnum.