Vilja hava pengar til fýra hassj-hundar afturat

Tað er alt ov lætt at smugla hassj til Føroya, halda løgtingsmenn

Tollvaldið í Føroyum skal fáa fýra hassj-hundar afturat, og endamálið við tí skal vera at forða fyri, at hassj verður smuglað til Føroya. Tað halda teir báðir løgtingsmenninir fyri Miðflokkin, Jenis av Rana og Bill Justinussen. Tí hava teir nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta Taks, 4,4 milliónir afturat, og tann peningurin skal markast til at útvega fýra hassj-hundar fyri.

 

Løgtingsmenninir fyri Miðflokkin hava fingið at vita úr Fíggjarmálaráðnum, at tað kostar 600-650.000 krónur at útvega ein hassj-hund, men tá eru bæði fundaførari, og neyðugum skeið, við. Harumframt kostar tað eina 500.000 krónur um árið at hava ein hasj-hund. Samstundis hava teir fingið at vita frá tollvaldinum, at tað er brúk fyri fýra hassj-hundum afturat, tí mett verður, at tað kann forða fyri tí ringasta.

 

Teir í Miðflokkinum halda, at tað er alt ov lætt at smugla rúsdrekka til Føroya. Teir siga, at seinasta ræðudømið er, at fólk eru handtikin fyri at royna at smugla úr Føroyum til Íslands. Hetta kann benda á, at tað nú er vorðið so lætt at smugla hassj, og onnur rúsevni, til Føroya, at vit verða brúkt til fríhavn ella umskipingarstað, halda teir í Miðflokkinum.

 

– Tað gevur politiska mynduguleikanum dumpikarakter, tí Føroyar hava ikki mørk til onnur lond og í so máta eru vit munandi lættari at verja móti rúsevnasmugling.

 

– Tað eiga vit at gagnnýta og brúka sum vápn móti hjartaleysum og sniðfundigum bakmonnum, sum einki leggja í, at góðvarin ungfólk verða offrað í teirra kalda og markleysa grammleika eftir løttum vinningi, siga Jenis av Rana og Bill Justinussen.

 

 

– So leingi vit bert hava ein, og í besta føri tveir, hassj-hundar, er lætt hjá bakmonnunum at rokna út, hvar hundarnir eru, og nær teir eru til arbeiðis. Við fýra hassj-hundum kunnu vit verja móti innflutningi av rúsevnum bæði á útoyggj og í meginøkinum samstundis, sum vit altíð hava eyga eftir flogvøllinum og ferðamannaskipunum, siga teir báðir tingmenninir.

 

Teir halda, at tað besta hevði verið, at einki skip sleppur at føroyskum bryggjukanti, uttan at ein hassj-hundur fyrst hevur verið umborð og kannað tað.