Vilja hava oljugrunn

Vinnuráðið hjá donsku arbeiðararørsluni vil hava myndugleikarnar at stovna ein almennan oljugrunn. Grunnurin skal fáa ein part av tí, sum kemur burtur úr oljuni úr Norðsjónum.

Frederik I. Pedersen, búskaparfrøðingur hjá vinnuráðnum, sigur við danska útvarpið, at grunnurin skal vera so mikið stórur, at hann kann játta millum 15 og 20 milliardir krónur um árið, og pengarnir skulu brúkast til gransking og útbúgving.

-Samfelagið stendur fyri stórum avbjóðingum innan gransking og útbúgving, um vit skulu klára okkum í framtíðini. Tí hevði tað verið sera skilagott at brúkt oljupengarnar til tað endamálið, sigur Frederik I. Pedersen. Hann heldur, at grunnurin kundi fingið tann ágóðan, sum kemur, tá oljuprísurin er oman fyri 30 dollarar fyri tunnuna.