Vilja hava Noreg upp í ES

Týskararnir vilja fegnir hava øll tey evropeisku londini upp í ES, men Noreg stendur ovast á listanum, tí norðmenn eiga pengar

Tað er nú ikki bara gestablídni, sum ger, at týskarar serliga vilja hava Noreg upp í Evropasamveldið. Teir norsku pengarnir hava stóran týdning í hesum sambandi.
Í einari kanning, sum tíðarritið Chrismon hevur gjørt, sæst, at 94 prosent av teimum spurdu týskarunum vilja fyrst hava Noreg upp í ES. Á øðrum plássi er Sveis. Hetta er ikki av tilvild, tí kanningin vísir, at týskararnir vilja fyrst og fremst hava fatur á londum, sum hava pengar, og sum kunnu vera við til at gjalda.
Listin vísir eisini týðiliga, at tey fátæku londini eru ikki so áhugaverd. Niðast á listanum eru Hvítarussland og Serbia-Montenegro.