Vilja hava náttarfrið í páskavikuni

Tey heita á kommunur og myndugleikar um at hugsa um náttarfriðin hjá fólki

 

 

Tað er ikki óvanligt, at fleiri skip liggja við bryggju um páskirnar, og ofta merkir tað eisini, at tað eru nógv fólk, sum ikki fáa náttarfrið fyri larmi.

Men nú minna tey í felagnum, Heimafriði kommunur og havnamyndugleikar á halgidagslógina og umhvørvisverndarlógina. Og tí sambandi heita staðiliga á kommunurnar, sum hava havnir har skip liggja og larma, um at finna loysnir, sum tryggja fólki frið heima hjá sær sjálvum.

Somuleiðis heitir felagið staðiliga á reiðarí og fyritøkur, sum varða av skipum og bingjum, at syrgja fyri, at umvæla brek á útgerð og arbeiðstólum, ið elva til óneyðugt óljóð.