Tað er oftani ein trupulleiki um jólini, at fólk fáa ikki náttarfrið fyri skipum, sum liggja við bryggju og larma um næturnar. Tað siga tey í felagnum, Heimafriður og tey siga, at viðhvørt hevur tað verið so ringt, at fólk hava verið noydd at taka til rýmingar heiman í frá fyri at fáa náttarfrið so leingi skipini liggja inni.
Tí heitir felagið staðiliga á kommunur, havnamyndugleikar og reiðarí, um at leggja virksemið á havnarløgunum soleiðis til rættis, at larmurin frá skipum og virkseminum annars, er sum minst.
Tey vísa bæði til halgidagslógina og til umhvørvisverndarlógina í hesum sambandi. Tey heita eisini á reiðarí og fyritøkur, sum varða av skipum og bingjum, um at syrgja fyri, at brek á útgerð og arbeiðstól, ið eru orsøk til óneyðugt óljóð, verða umvæld.