Vilja hava morgunlesturin burtur

Nýggjur Facebook-bólkur vil stríðast fyri at fáa morgunlesturin burtur úr bestu senditíðini í Útvarpinum. Morgunlesturin verður kallaður ?alment fíggjað heilavask? Nú er ein nýggjur Facebook-bólkur stovnaður fyri fólk, sum vilja hava morgunlesturin burtur úr bestu senditíð í Útvarpinum.

- Hetta er ein bólkur fyri tann stóra meirilutan, sum í áravís hevur sløkt útvarpið kl. 10, og sum nú gleðist um, at besta senditíð ikki longur verður brúkt til so smalar sendingar, verður sagt á síðuni hjá bólkinum.

Niels Uni Dam hevur tikið stig til bólkin, og hann finnist harðliga at øsingini um endursendingina av morgunlestrinum. Serliga løgtingslimirnir, sum í skrivi til Kringvarpsleiðsluna í dag hava kravt at fáa morgunlesturin endursendan, fáa hørð orð við á vegnum.

- Tað tykist sum um føroyskir politikarar standa í bíðirøð fyri at sleppa at niðurgera tignina hjá Føroya Løgtingi. Hetta er ikki nøkur nýggj støða, men mótmælið, sum 26 tinglimir skrivaðu undir í dag, er eitt nýtt lágmark.

At tinglimir skulu koma við einum so pillbýttum mótmæli er pínligt, skrivar Niels Uni Dam

- Eg havi ofta peikað á trupulleikan í, at kristiligar sendingar fáa pláss á sendiflatuni í einum almennum miðli. Hetta alment fíggjaða heilavask hevur eftir øllum at døma virkað, nú 26 tinglimir fáa ein kollektivan heilasvull, skrivar Niels Uni Dam.