Væl vitjaða, og nógv brúkta sølutorgið í Vágsbotni verður ikki tikið niður.
Bæði Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum, og Marius Müller, leiðari í byggi- og Umhvørvisdeildini hjá býráðnum, avsanna staðiliga, at ætlanin er at taka sølutorgið í Vágsbotni niður.
Tað var annars eitt valevni fyri Tjóðveldi til býráðsvalið í heyst, Leivur Hansen, sum skrivaði á Facebook, at hann hevði frætt, at sølutorgið skal flytast til frama fyri eina nýggja matstovu, sum skal lata upp húsinum hjá Poul Hansen, sum er beint yvirav.
Fólk, ið hava sína dagligu gongd í Vágsbotni eru bæði bilsin, vónbrotin og firtin um hesi tíðindi, sigur hann og hann vónar at fáa tíðindini váttað ella avsannað.
Men nú avsanna teir báðir, Tróndur Sigurðsson og Marius Müller, at nakað er í hesum tíðindunum. Tvørtur ímóti eru ætlanir um at byggja tað út, og at gera ein plint afturat, so at møguleikarnar at selja verða upp aftur betri.
- Tað fer at skapa enn meiri lív í niðri í Vágsbotni, sigur Tróndur Sigurðsson.
Hann heldur, at allur Vágsbotnur sum hann er, hevur so stóran týdning fyri mentanarlívið og fólkalívið í Havn, at tað skulu vit gera alt fyri at varðveita, og heldur bøta um umstøðurnar, heldur enn at skerja tær.
- Hatta er eitt hugnaligt og livandi umhvørvi og sølutorgið hóskar væl inn í tað virksemið, ætlanin hevur verið at hava í Vágsbotni, leggur Tróndur Sigurðsson afturat.









